At handfara kreppustøður

Hetta skeið varð hildið í oktober 2016.

Skeið um at handfara kreppustøður í samfelagi og vinnulívi.

Óvæntaðar og viðhvørt eisini ógvusligar hendingar koma fyri, hóast vit gera okkara besta fyri at fyribyrgja tí.
Hvat gera vit, tá vit kenna okkum hjálparleys og har alt tað, sum vanliga virkar, ikki virkar meir?

Hóast kreppusálarfrøðin hevur langa søgu, er hon í støðugari menning og vit noyðast áltíð at dagføra okkara vitan og kunnleika.

Víða hvar í heiminum eru settar á stovn miðstøðir fyri gransking, viðgerð og úteftir rættað hjálparvirksemi tá vanlukkur og kreppur raka samfeløgini. Ein tann royndasta av hesum miðstøðum í Norðanlondum er Senter for Krisepsykologi í Bergen (https://www.krisepsyk.no/), sum veitir kreppuhjálp bæði í Noregi og víða hvar í heiminum, har náttúruvanlukkur og menniskjaskaptar katastrofur koma fyri. Tey hava sáttmálar við bæði almennar stovnar, heilsuverk, løgreglu, bjargingarfeløg, sløkkilið og stórar fyritøkur sum oljufeløg, el-veiting, skipafeløg og verksmiðjur.

Vit í Sálarfrøðistovuni hava í nøkur ár havt eitt fakligt samstarv við Senter for Krisepsykologi.
Og nú hevur tað eydnast okkum at fáa annan av stovnarunum at koma til Føroya at undirvísa í bæði sálarligari og skipanarligari kreppuhjálp (“Krisehåndtering/kriseledelse”).

Tað er sálarfrøðingurin Jakob Inge Kristoffersen, ið kemur higar í viku 43.

Tá er fríggjadagurin 28. oktober settur av til eitt skeið fyri lyklapersónar í samfelagnum tá tað ræður um handfaring av álvarsligum kreppustøðum. Skeiðið er fyri leiðarar eins væl og starvsfólk annars, sum hava ella kunnu fáa ein týðandi leiklut tá vanlukkan ella óvæntaða hendingin skakar grundvøllin í dagligum lívi.

Kostnaður fyri skeiðið er 1.800,- kr. fyri hvønn luttakara.
Til ber longu nú av skráseta teg og tíni starvsfólk til skeiðið, við telduposti til [email protected]

Við heilsan
Kári Leivsson og Kathrina Lindenskov Holm
fyriskiparar

 

jakob-kristoffersen
Jakob Inge Kristoffersen, psykologspesialist
Telefon: +47 – 55 59 61 80
T-post: [email protected]
Klinisk psykolog, Foredragsholder, Underviser, KriseledelseJakob Inge er spesialist i klinisk psykologi og har 12 års praksis fra psykisk helsevern, med hovedvekt på arbeid med barn, unge og familier, før han i 1988 startet opp Senter for Krisepsykologi sammen med Atle Dyregrov.Ved SfK har han arbeidet med dagliglivets kriser og ulykker, og han har i tillegg erfaring fra arbeid med større ulykker og katastrofer. Han har samtidig fortsatt sitt arbeid med barn og barnevern og er en sentral ressursperson for kommunale og statlige instanser innen denne sektoren.Han har også omfattende erfaring fra omstillinger, organisasjonsmessige endringer og konfliktløsning fra privat og offentlig sektor. Kristoffersen har lang erfaring med utvikling av personalomsorg og kollegastøtte innen bedrifter og etater, deriblant innen politiet i og utenfor Norge.Han har også i mange år arbeidet internasjonalt i regi av dansk Røde Kors og ulike FN-organisasjoner, med særlig henblikk på ivaretakelse av personell. Kristoffersen har bred og variert undervisningserfaring og er dyktig formidler som er ettertraktet som underviser/foredragsholder i og utenfor Norge.