Jegvan Zacharias Bæk

Útbúgving

Embætisprógv frá universitetinum í Keypmannahavn 1979
Læraraútbúgving á Føroya Læraraskúla 1987
Grundskeið og víðkað skeið í neurolingvistisk programmering – NLP 2000
Certifikat sum tankafeltterapeutur 2005

Arbeiðsøki

Eg veiti eina fjøltáttaða sálarfrøðiliga viðgerð til einstaklingar, pør, familjur og bólkar. Skeið viðv. starvsfólkarøkt og – menning
Skype: eg veiti viðgerð gjøgnum Skype: jegvanz
Supervisión – við starvsfólkum/leiðarum á øllum stigum
Slóðir: www.tankefeltterapi.info, www.emofree.com, www.tftrx.com, www.feelfreenorway.com
Fyrilestur um sjálvsvirðing kontra sjálvsálit

Serstøk øki

Sjálvsvirðing/ ósikkurheit.
Ótti/ræðsla – herundir øll sløg av fobium
Stressviðgerð og  stressfyribyrging.
Skelk/trauma – t.d. harðskap, sex.misbrúk, vanlukkur.
Avvarðandi hjá sjúku- og vanlukkuraktum og misbrúkarum.
Avvenjing – t.d. rúsevni, royking, oveting.
(sí: www.tankefeltterapi.info )

Arbeiðsroyndir

Rikið sjálvstøðuga sálarfrøðiliga viðgerðarstovu síðani 1981
Undirvíst í sálarfrøði á Føroya Læraraskúla 1985-1986
Kliniskur sálarfrøðingur á Blákrossheiminum 1987 – 2007. Tað arbeiði fevnir um ráðgeving og viðgerð av alkohol- og rúsevnismisbrúkarum og teirra familjum. Arbeiðið er bólkaviðgerð, einstaklinga-, par-, og familjuviðgerð.
Umframt misnýtisviðgerð fevnir arbeiði um allar vanligar sálarfrøðiligar trupulleikar, herundir kreppur, trauma og incest.
Eri konsulentur hjá Føroya Felag Móti Krabbameini, Sclerosufelagnum og Falck Healthcare í Danmark, sum m.a. veitir kreppuhjálp til virkir í Føroyum.
Veitt kreppuhjálp til sjófólk.
Havt skeið um fobiviðgerð.

Serstøk áhugamál:
Menninskjans ótrúligu evni at broyta seg, tá vit hava tey røttu amboðini/ duga teir røttu mátarnar.
At finna og uppdaga einfaldar loysnings- og broytingarmátar, tí teir eru best.

Virðir og motivatión:
Hvat er týdningarmest fyri okkum?
Hvussu ofta hugsa vit veruliga um tað?
Virki undir sáttmála Heilsutrygd og felagið Føroyskir Sálarfrøðingar um kreppuhjálp.

Skeið í Tankafeltterapi – TFT – til egið brúk

Tankafaltterapi –TFT – er ein teknikkur, sum er lættur at læratil egið brúk, og sum hjálpir móti sera nógvum sálarligum trupulleikum.
Heilt stutt: man stimulerar nøkur útvald akupunkturpunkt við at banka lætt á tey, samstundis sum man konsentrerar seg um tann trupulleika, man vil sleppa av við, og samstumdis sigur nøkur sjálvbekreftilsi.
Á skeiðnum gjøgnumganga vit øll punktini og venja at brúka teknikkin til ymsar trupulleikar soleiðis, at tú dugir at brúka hann, tá tú fer heim.

Tú kann brúka tankafeltterapi til:
at betra tína sjálvsikkurheit/sjálvsvirðing
minka um og forða fyri strongd
ótta og ósikkurheit
próvtøku- og framløguótta
fobiir
skelk (trauma)
PTSD
ovurnýtslu
tvangstankar
konfliktir heima og á arbeiði
vreiði
ov langvarandi sorg
jalousi
og mangt annað.
Sí eisini: www.tankefeltterapi.info