UM OKKUM

Sálarfrøðistovan er ein arbeiðsfelagsskapur av 10 sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingum – av báðum kynum, ymisk av aldri, starvsroyndum og yrkisligum bakgrunni, men øll við universitetsútbúgving í sálarfrøði og løggilding/autorisatión frá Dansk Psykolognævn. Klinikkin byrjaði í januar 2006 og gongur sostatt á 15. ári.

Í okkara grannalondum og víða er vanligt, at sálarfrøðingar samstarva fyri at veita borgaranum eina betri tænastu og valmøguleikar, og Sálarfrøðistovan er fyrsti starvsfelagsskapur av sínum slag í Føroyum. Umhvørvið er ein spíri til fjøltáttað yrkisligt virksemi, sum við tíðini gevur møguleika at breiða seg frá tí kliniskt-terapeutiska til eisini at umfata onnur øki, har sálarfrøðilig vitan er viðkomandi at greina, ávirka og viðgera menniskjaliga táttin í samfelagsmenningini.

Vit bjóða tænastu til privat viðskiftafólk, sjúklingar ávistir av lækna undir sáttmála við Heilsutrygd, Almannaverki og kommunum, umframt í vaksandi mun vinnulívið, har talan er um einstøk starvsfólk, yrkisliga vegleiðing í bólkum ella kreppuhjálp/debriefing.

Við ávísing frá kommunulækna, rindar almenna Heilsutrygdin 40% av kostnaðinum.

Viðgerðin á Sálarfrøðistovuni fer fram hjá løggildum sálarfrøðingi. Starvsheitið Sálarfrøðingur er lógarvart heiti í Norðurlondum, so bert tey við góðkendum embætisprógvi í sálarfrøði frá norðurlendskum universitetum, ella sum verða mett at hava sama støðið frá útbúgvingum uttanfyri Norðanlond, kunnu brúka hetta starvsheitið alment.