Ásla Eirikstein Prior

Útbúgving

Skrivstovuútbúgving frá Fútaskrivstovuni í Tórshavn, 1970.
Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur frá Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, 1989.
Kraniosakral terapeut (KST) í 1992.
Rolfs Metoda© í kroppsterapi í 1995.
ALT© andlitsmassaga í 1995.
Góðkendur undirvísari i kraniosakral terapi í 1997.
Sálarfrøðiligt embætisprógv – cand. psych.- frá Københavns Universiteti í 2010.
Tankafelt terapeut (TFT) í 2010.
Grundútbúgving í Kliniskari Hypnoterapi 2011
Autorisatión frá Dansk Psykolognævn 2012

Starvsroyndir

Havi starvast innan skrivstovuyrki frá 1970 og í Heimarøktini í Miðvági og Sandavági frá 1982. Starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum, Ellis- og Avlamisheiminum í Vágum og sum heimasjúkrarøktarfrøðingur í Vágum frá 1989-95. Undirvíst í kraniosakral terapi og kroppsterapium frá 1997 og undirvíst í sálarfrøði á Føroya Studentaskúla 2002-03. Havi havt egnu viðgerðarstovu síðani  1992 og starvast sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur í Tórshavn og Miðvági frá 2010.

Núverandi arbeiðsøki

Sálarlig viðgerð av børnum, ungum og vaksnum, pør og familjum.
Sorgsamrøður i samband við sjúku og deyða og eisini vegleiðing og ráðgeving um reaktiónir í samband við sorg hjá børnum og ungum.
Stressviðgerð og stressfyribyrging og viðgerð fyri tunglyndi, ótta og fobium.
Vegleiðing, undirvísing og supervisióm av starvsfólki í heilsu-, almanna- og skúlaverkinum.
Havi møguleika at taka sálarfrøðiligar testir av børnum og vaksnum t.d. WAIS-IV, WISC-IV, Rorschach, TAT, BDI v.m. fyri betri at kunna síggja hvar og hvussu skal setast inn.
Virki undir sáttmála millum Heilsutrygd og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar um fíggjarligt ískoyti til sálarviðgerð.
Viðgerð fyri pínu, ið t.d. kann stava frá spentum vøddum, liðum, skeivleikum í beinagrindini og høvdinum v.m.
Viðgerð fyri lesitrupulleikar.

Viðgerðartilgongdir

Í teimum sálarfrøðiligum viðgerum arbeiði eg útfrá ymsikum sálarfrøðiligum tilgongdum, sum verða tilpassaðar til tann einstaka. Oftast arbeiði eg út frá eini eklektiskari hugsan, sum inniheldur ymiskar teoretiskar hugsanir sum t.d. psykodynamiska teori, kognitiva-atferðarteori, eksistentialistisk psykoterapi v.m.

Eg samanbindi tær ymisku sálarfrøðiligu tilgongdir við míni sjúkrarøktarfrøðiligu vitan umframt mína vitan innan eystlendska tilgongd um kroppin, ið inniheldur energibanar og akupunkturpunktir.

Serlig áhugamál

Samanheingi millum tað  kroppsliga og tað sálarliga, har eg viðgeri eftir tørvinum hjá tí einstaka.
Virki undir sáttmála millum Heilsutrygd og felagið Føroyskir Sálarfrøðingar um fíggjarligt ískoyti til sálarviðgerð.