Svanna Jákupsdóttir

Arbeiðsøki

Psykoterapeutiskar samrøður við familjur, bólkar og einstaklingar
Faklig vegleiðing/supervisión við starvsfólki innan sosiala og námsfrøðiliga økið
Fyrilestrar, skeið og onnur undirvísing

Samrøður

Eg havi samrøður við fólk, ið stríðast við ymsar sálarligar trupulleikar so sum tunglyndi, strongd, ovurnýtslu av rúsdrekka/rúsevnum, avleiðingar av kynsligum ágangi og øðrum, ið á einhvønn hátt kunnu gera lívið trupult.

Mín teoretiska tilgongd tekur útgangsstøði í systemiskari og narrativari ástøði. Út frá narrativa sjónarmiðnum fær lívið meining gjøgnum tær forteljingar vit hava um lívið; tað sum vit hava roynt og upplivað. Okkara forteljingar eru ofta óruddiligar og fløkjutar í mun til hvørja aðra. Í mínum arbeiði eri eg m.a. upptikin av at víðka forteljingar og soleiðis møguleikarnar hjá tí einstaka aktivt at gera nakað við trupulleikan, ið viðkomandi ynskir at minka um.

Útbúgving

2019: Narrativur misnýtsluviðgerði, 1 ára eftirútbúgving frá Dispuk
2015: Autorisatión frá Dansk Psykolognævn
2012: Konsultativ eftirútbúgving frá Inpraxis
2011: Kandidatútbúgving frá universitetinum í Keypmannhavn

Starvsroyndir

Eg havi arbeitt sum sálarfrøðingur í Keypmannahavn frá 2011-2013 í Pædagogisk Psykologisk Rådgivning, Amager.
Frá 2013 til 2017 havi eg arbeitt hjá Sernám.

Limaskapur

Føroyskir Sálarfrøðingar
Dansk Psykologforening