Siðareglur

Vit ið arbeiða á Sálarfrøðistovuni eru øll limir í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, sum er partur av samstarvi millum feløg sálarfrøðinga í Norðanlondum.

Starvsheitið ‘Sálarfrøðingur’ er í Føroyum eitt vart heiti, sum merkir at sambært lóg kunnu einans tey ið hava góðkent embætisprógv í sálarfrøði frá lærdum háskúla, nýta heitið í sínum starvi.

Í okkara professionella virksemi hava vit skyldu at fyrihalda okkum til, og virka sambært, altjóða yrkis-etiskum samtyktum, sum eru samanfataðar í Siðareglum Sálarfrøðinga í Norðurlondum, sum kunnu lesast her