Annika Helgadóttir Davidsen

Taki ímóti læknaávísing sambært avtalu við Heilsutrygd

Arbeiðsøki

Psykoterapeutiskar samrøður við einstaklingar, pør og bólkar
Samrøður við ung og vaksin
Faklig vegleiðing/supervisión
Fyrilestrar, skeið og onnur undirvísing

Samrøður

Eg havi samrøður við fólk, ið stríðast við ymsar sálarligar trupulleikar so sum etingarólag, tunglyndi, strongd, avleiðingar av kynsligum ágangi og øðrum, ið á einhvønn hátt ger lívið trupult.

Mín teoretiska tilgongd er nógv ávirkað av systemiskari og narrativari ástøði, men eg fái eisini íblástur frá øðrum tilgongdum. Í mínum arbeiði merkir hetta m.a., at eg í samrøðunum eri upptikin av at skapa frástøðu til sjálvan trupulleikan og á henda hátt at víðka um møguleikarnar hjá tí einstaka aktivt at gera nakað við trupulleikan, ið viðkomandi ynskir at minka um.

Tó er tað mest umráðandi fyri meg, at samrøðurnar eru meiningsfullar hjá tí einstaka, og at tær eru viðvirkandi til ynsktu broytingina, ella orsøkina til sálarfrøðiligu samrøðurnar. Samstarvið er grundleggjandi útgangsstøðið fyri, at samrøðurnar kunnu vera hjálpsamar, og tí nýti eg – áðrenn og aftaná hvørja samrøðu – tvey stutt spurnarbløð, ið gera tað lættari hjá báðum pørtum at fylgja við í, hvønn mun samrøðurnar gera.

Útbúgving

2016: Ph.d. (les meiri um verkætlanina her)
2010: Serútbúgving innan etingarólag
2010: Autorisatión frá Dansk Psykolognævn
2006: Kandidatútbúgving frá universitetinum í Keypmannhavn

Starvsroyndir

Eg havi arbeitt sum sálarfrøðingur í Keypmannahavn frá 2007-2015 á Psykoterapeutisk Center Stolpegård (Region Hovedstadens Psykiatri), har eg eisini havi gjøgnumført mína ph.d. verkætlan.

Í Føroyum starvaðist eg frá 2015-2018 sum sálarfrøðingur á miðnámsskúlaøkinum. Síðani tá havi eg virkað sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur.

Limaskapir

Føroyskir Sálarfrøðingar
Dansk Psykologforening
ICCE: The International Center for Clinical Excellence
SPR: Society for Psychotherapy Research