Anna Elisabeth Iversen

Arbeiðsøki

Viðgerð av børnum, ungum og familjum
Sálarfrøðiligar kanningar og metingar av børnum, ungum og vaksnum
Ráðgeving av foreldrum
Supervisjón av sálarfrøðingum og øðrum yrkisbólkum
Barnaserkønar uppgávur
Undirvísing og fyrilestrar

Útbúgving

Kandidatútbúgving í sálarfrøði, Københavns Universitet (2006)
Autorisatión, Psykolognævnet (2009)
Serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði, Dansk Psykologforening (2016)
Eftirútbúgving í kognitivari atferðar terapi við børnum og ungum, (2007-2009)
Útbúgving og sertifisering sum viðgerði í New Forest Parenting Programme (2020)
Sertifisering sum viðgerði í Cool Kids / Chilled (2020)
Sertifisering í at gera Marschak Interaction Method (MIM) kanningar (2021)

Leggi stóran dent á at dagføra meg fakliga, og havi luttikið í einari ørgrynnu av skeiðum í ymsum kanningar- og viðgerðarhættum, serliga í mun til børn, ung og familjur.

Starvsroyndir

Havi hollar royndir í viðgerð og útgreining av børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum, og sum av ymiskum orsøkum eru í mistrivnaði. Havi eitt nú nógvar royndir við at viðgerða børn við ótta og tunglyndi, sjálvskaðandi atburði, umframt børn sum hava verið fyri keðiligum hendingum ella liva undir truplum lívsumstøðum. Havi eisini nógvar royndir innan menningarórógv, eitt nú ADHD og autismu spektrum órógv, bæði við kanningum, viðgerð og við ráðgeving av foreldrum og fakfólki í mun til hvussu tey best hjálpa barninum ella tí unga.

2020 – d.d. Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
2020 – d.d. Privatstarvandi sálarfrøðingur í Sálarfrøðistovuni
2012 – 2020 Leiðari, Barna- og ungdómspsykiatriska toymið, Psykiatriski Depilin
2018 – d.d. Barnaserkønur dómari, Føroya Rættur
2009 – 2012 Børne- og ungdomspsykiatrisk Center, Bispebjerg
2007 – 2009 Universitetets Psykologiske Klinik, Københavns Universitet
2006 – 2007 Psykiatriski Depilin, vaksinpsykiatri

Viðgerðartilgongdir

Í mínum arbeiði við børnum og ungum, leggi eg dent á at inndraga foreldur og netverk í at fremja broytingar. Foreldrini eru tey sum eru um børnini í tí gerandisdegnum, og tí er umráðandi at tey fáa hjálp til at stuðla barninum ella tí unga í eini góðari menning. Í mun til viðgerð av ótta og tunglyndi brúki eg mest kognitiva atferðar terapi. Í mun til aðrar aðrar problematikkir, er tað ymiskt hvørja viðgerðar tilgongd eg nýti, alt eftir hvat aldurin á barninum/ tí unga er, og hvat fokusøkið er.