Dátuverndarkunning

Sálarfrøðistovan er ein klinikkfelagsskapur av 10 løggildum, sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingum – av báðum kynum, ymisk av aldri, starvsroyndum og yrkisligum bakgrunni. Vit veita viðgerð og aðra tænastu til privat viðskiftafólk, sjúklingar ávístir av lækna undir sáttmála við Heilsutrygd, almennar stovnar og barnaverndartænastur, umframt í vaksandi mun vinnulívið, har talan er um einstøk starvsfólk, yrkisliga vegleiðing ella kreppuhjálp. Í hesum sambandi viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at veita okkara sálarfrøðiligu tænastur. Hendan dátuverndarkunningin gevur tær kunnleika um, hvussu Sálarfrøðistovan viðger persónsupplýsingar og hvørji rættindi tú hevur.

Ein “persónsupplýsing” er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar (sum navn, bústaður, aldur, starv, inntøka, útbúgving), ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar knýttar at einum likamligum persóni.

Ábyrgd

At ”viðgera” persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingarnar. Dømi um viðgerð er savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um henda er automatisk ella ei. Øll nýtsla av persónsupplýsingum nevnist ”viðgerð”.

Av tí Sálarfrøðistovan er ein klinikkfelagsskapur av 10 løggildum, sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingum, so er hvør einstakur sálarfrøðingur “dátuábyrgdari” í mun til tær persónsupplýsingar, sum viðkomandi viðger. Hetta merkir, at tann einstaki sálarfrøðingurin hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum viðkomandi hevur um hendi.

Sálarfrøðingarnir í Sálarfrøðistovuni viðgera allar upplýsingar á ein lógligan og tryggan hátt. Øll eiga at kenna seg heilt trygg við, at persónsupplýsingar verða væl vardar á Sálarfrøðistovuni.

Endamál

Vit viðgera persónsupplýsingar um teg til hesi endmál:

  • Viðgerð av tær
  • Tá ið vit skulu gera váttan ella ummæli til myndugleikar
  • Samskifti við heilsustarvsfólk, læknar ella sjúkrahús
  • Avrokning av viðgerð
  • Tá ið vit skulu halda okkara skyldur í mun til galdandi lóggávu, m.a. dátuverndarlógina, psykologlógina og aðra viðkomandi lóggávu á heilsuøkinum, sum t.d.
    • Journalskylda
    • Meginreglur og viðgerðarheimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
    • Innlitsumbønir og klagur
    • Hagtøl og vísindalig gransking

Fyri at loysa omanfyri nevndu uppgávur, er neyðugt hjá okkum at viðgera persónsupplýsingar.

Lógargrundarlag

Vit viðgera persónsupplýsingar sambært ásetingunum í Dátuverndarlógini og “Anordningsbekendtgørelse nr. 807 af 20. juni 2018 af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om psykologer m.v.” (Psykolog-lógin), herundir “Bekendtgørelse nr. 791 af 17. juni 2017 for Færøerne om autoriserede psykologers pligt til at føre ordnede optegnelser” (journalføringsbekendtgørelsen).

Viðgerðarheimildin hjá okkum til viðgerð av persónsupplýsingum er:

  • í mun til vanligar upplýsingar:
  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 1 (samtykki)
  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 2 (halda avtalu)
  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 3 (rættarlig skylda)
  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 4 (verja altumráðandi áhugamál)
  • í mun til viðkvæmar upplýsingar:
  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 1 (nágreiniligt samtykki)
  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 2 (lógarheimild)
  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 4 (verja altumráðandi áhugamál)
  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 8 (sjúkraviðgerð v.m.)
Innsavnan

Vit fáa aloftast persónsupplýsingarnar, ið vit viðgera, beinleiðis frá tær. Tú gevur okkum hesar frívilliga, soleiðis at vit kunnu veita tær okkara tænastur. Tú hevur ikki skyldu at geva okkum hesar upplýsingar, men avleiðingin av ikki at geva okkum upplýsingarnar er at vit fáa ikki veitt okkara tænastur á nøktandi hátt og ikki givið tær neyðugu viðgerðina.

Vit kunnu eisini fáa upplýsingar frá øðrum pørtum, sum t.d. almennum myndugleikum ella stovnum, tryggingafeløgum ella øðrum privatpersónum.

Persónsupplýsingar

Hvørjar upplýsingar vit viðgera, veldst um hvat slag av tænastu ella viðgerð vit veita, men aloftast fevnir tað um hesar upplýsingar:

Vanligar persónsupplýsingar: Navn, bústað, telefonnumar, teldupost, kyn, familjusambond, starv, útbúgving v.m.

Viðkvæmar persónsupplýsingar: heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.

Tagnarskylda

Allir sálarfrøðingar eru fevndir av tagnarskyldu, sbrt. § 152 og §§ 152 c-f í revsilógini.

Víðarilatan

Um so er at tað er neyðugt í samband við viðgerð av tær, verða tínar persónsupplýsingar víðarilatnar til hesar móttakarar:

• starvsfólk innan heilsuverkið, um tað er neyðugt í samband við ítøkiliga viðgerðargongd
• almennar mynduleikar og stovnar, t.d. Almannaverkið ísv. avrokning og annað
• tryggingarfeløg – eftir avtalu við teg

Varðveitsla

Vit goyma persónsupplýsingarnar um teg, so leingi sum tørvur er á tí. Hetta merkir m.a. at so leingi vit hava eina viðgerðargongd, so goyma vit upplýsingar um teg. Allir sálarfrøðingar hava skyldu til at føra journal og hava, sbrt. ‘journalføringsbekendtgørelsen § 6’, skyldu at goyma hesar í minsta lagið 5 ár ‘efter seneste tilførsel til journalen’. Tó kunnu vit í serstøkum førum hava skyldu ella heimild til at goyma upplýsingarnar í longri tíð, t.d. í samband við klagur ella líknandi mál, og tá verða upplýsingarnar goymdar til málið er liðugt.

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini kap. 4 hevur tú ávís rættindi í samband við viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú hevur m.a. rætt til rætting av faktuellum skeivleikum (ikki fakligar metingar), striking, viðgerðaravmarking, mótmæli og dátuflutning. Tó skal viðmerkjast at hesi rættindi eru ikki treytaleys, tvs. at tað skal gerast ein ítøkilig meting í hvørjum føri. Tú kanst lesa meiri um tíni rættindi í Dátuverndarlógini kap. 4.

Um okkara viðgerð er grundað á samtykki, hevur tú altíð rætt til at taka títt samtykki aftur og krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar, treytað av at grundarlag er fyri striking. Tó skal viðmerkjast, at ein afturkalling av samtykki bert fær virknað fyri framtíðar viðgerð, tvs. Ikki fyri ta viðgerð, sum longu er framd.

Tú hevur, bæði sbrt. Dátuverndarlógini og Psykolog-lógini, ein ávísan rætt til innlit í tína journal.

Um tú ynskir at gera nøkur av tínum rættindum galdandi, verður tú biðin um at seta teg í samband við tann sálarfrøðing, ið tekur sær av tínari viðgerð.

Klaga

Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo