Ávísing

Kunning um sáttmála við Heilsutrygd

Kommunulækni kann ávísa til viðgerðar hjá sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingi eftir ávísum treytum, og tá rindar almenna Heilsutrygdin 40% av kostnaðinum. Felag Føroyskra Sálarfrøðinga og Heilsumálaráðið hava undirskrivað sáttmála, sum hevur verið galdandi frá 1. juli 2011.

Fyri at verða góðkendur at virka undir hesi skipan, skal sálarfrøðingurin hava førleika svarandi til í minsta lagi europeiska EuroPsy, autorisatión frá danska Psykolognævnet ella javnbjóðis støði, og hava neyðugan fakligan førleika og royndir at viðgera tær uppgávur, sum sáttmálin fevnir um. Sáttmálin kann síggjast á www.heilsutrygd.fo

Kunning um ókeypis viðgerðartilboð

Royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til ung í aldrinum 15-25 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi

Ert tú í hesum bólki hevur tú rætt til 12 ókeypis viðgerðartímar hjá sálarfrøðingi. Tú skalt venda tær til tín kommunulækna, ið síðani veitir læknaávísing. Síðani vendir tú tær til tann sálarfrøðing, ið tú vilt hava viðtalur hjá. Sálarfrøðingurin má hava sáttmála við Heilsutrygd.

Sí nærri kunning her:
www.heilsutrygd.fo

Hevur tú framt harðskap móti einum av tínum kæru?
Almannamálaráðið hevur skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja, ella hava framt, harðskap. Talan er um viðgerð hjá sálarfrøðingi. Viðgerðin, sum er ókeypis, er fyri bæði kvinnur og menn, og fevnir um øll sløg av harðskapi. Endamálið við hesum tilboði er, at tey, sum hava harðligan atburð móti sínum næstu, kunnu fáa hjálp og amboð til at loysa ósemjur uttan at nýta harðskap.

Um tú ert í hesi støðu hevur tú rætt til 10 ókeypis viðtalur hjá sálarfrøðingi. Tú vendir tær beinleiðis til tann sálarfrøðingin, tú vilt ganga hjá, ið so útvegar játtan frá Almannamálaráðnum. Sálarfrøðingurin má hava sáttmála við Heilsutrygd.

Sí nærri kunning um viðgerðartilboðið her:
https://www.amr.fo/fo/arbeidsoki/hardskapur-i-parlagi/vidgerdartilbod/

Seinárin av kynsligari misnýtslu?
Hevur tú seinárin av kynsligari misnýtslu hevur tú rætt til 10 ókeypis viðtalur hjá sálarfrøðingi, ið hevur sáttmála við Heilsutrygd.

Tú vendir tær beinleiðis til tann sálarfrøðingin, tú vilt í viðtalu hjá, ið síðani útvegar játtan frá Almannamálaráðnum.

310335

Bílegging av viðtalu millum
kl. 8.30 og 11.

Samband

SÁLARFRØÐISTOVAN Í/F
Dr. Jakobsens gøta 19
FO-100 Tórshavn · Faroe Islands
Tel: +298 310335
[email protected]

Kunning

Sálarfrøðistovan við Dr. Jakobsens gøtu 19 er ein klinikkfelagsskapur av 10 løggildum, sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingum.