Gitte Klein

gitte@sal.fo
Far: (+298) 73 07 30
Eg arbeiði serliga við hesum økjum
Ótti
Yvirhugsan/tankameldur
Stúran
Grundan
Strongd
Tunglyndi
Obsessive Compulsive Disorder (OCD)
PTSD
Ringt sjálvsálit/ringa sjálvsfatan
Øvund
Arbeiðsøki
Eg arbeiði fyrst og fremst við støði í metakogntivari viðgerð, ið er ein rættiliga nýggj viðgerð. Øll kunnu fáa somu tankar, men øll fáa ikki ótta, ringt sjálvsálit, meldurtankar ella gerast tunglynt. Sostatt er innihaldið í okkara tonkum, ella tað vit føla ikki trupulleikin. Heldur eru tað okkara sannføringar um, og mátin vit fyrihalda okkum til okkara tankar, kenslur og súmptom, ið skapa trupulleikar. Í metakognitivari viðgerð arbeiða vit sostatt ikki við innihaldinum í tínum tonkum men heldur við mátanum, tú handfer tínar tankar, kenslur og súmptom. Eisini arbeiða vit við tínum sannføringum, t.d. sannføringum um, at tú ikki kanst støðga at stúra ella grunda, tá tú fært ein tanka, kenslu ella súmptom. Til ber at lesa meir um, hvussu eg arbeiði við metakognitivari viðgerð á míni heimasíðu: www.mkt.fo
Útbúgving
Metakognitiv Terapy Level frá MCT Institute Manchester/Trondheim við Adrian Wells og Hans Nordahl, 2025
Metakognitiv Terapy Level 1 MCT Institute Manchester/Trondheim við Adrian Wells og Hans Nordahl, 2023
Autorisatión frá Dansk Psykolognævn
Embætisprógv (cand. psych) frá Århus universitet, 2020
Master of Positive Psychology Århus universitet (DPU) 2014
Starvsroyndir
Sjálvstøðugt virkandi sálarfrøðingur 2022-
Barnaverndartænastan í Suðuroy 2020-2025
Sernám 2020
Starvast hjá sálarfrøðinginum Kristian Eli Andersen
Skeið
- Metakognitiv terapi fyri børn
- BASC-3
- Theraplay
- Marshack Interaction Method (samspælskanningar
Limaskapur
Eg eri limur í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar.