Svanna Jákupsdóttir

[email protected]
Far: (+298) 53 10 50
Adressa:
Undir Glaðsheyggi 6
FO-100 Tórshavn

Arbeiðsøki

Sálarfrøðilig viðgerð og supervisjón – einstaklingar, familjur og bólkar
Samrøður við vaksin og ung
Supervisjón og faklig vegleiðing

Samrøður

Eg havi samrøður við fólk um nógv ymisk viðurskifti. Eitt nú tunglyndi/meiningsmiss, ótta, einsemi, sorg, harðskap, avbjóðingar við samleika, eksistentiellar avbjóðingar, relationellar avbjóðingar, avleiðingar av kynsligum ágangi og øðrum, ið á einhvønn hátt kann gera lívið trupult.

Mín teoretiska tilgongd tekur útgangsstøði í systemiskari og narrativari ástøði. Út frá narrativa sjónarmiðnum fær lívið meining gjøgnum tær forteljingar vit hava um lívið; tað sum vit hava roynt og upplivað. Okkara forteljingar eru ofta óruddiligar og fløkjutar í mun til hvørja aðra.  Hesar forteljingar hava týdning, tí tær skapa meining og hava týdning fyri hvussu vit uppliva, at tað er møguligt at skapa broytingar. Í mínum arbeiði eri eg ma. upptikin av at víðka forteljingar og soleiðis møguleikarnar hjá tí einstaka aktivt at gera nakað við trupulleikan, ið viðkomandi ynskir at minka um.

Útbúgving

2021: Eftirútbúgving í narrativari-systemiskari terapi frá Inpraxis
2015: Autorisatión frá Dansk Psykolognævn
2012: Konsultativ eftirútbúgving frá Inpraxis
2011: Kandidatútbúgving frá universitetinum í Keypmannhavn

Starvsroyndir

Eg havi arbeitt sum sálarfrøðingur í Keypmannahavn frá 2011-2013 í Pædagogisk Psykologisk Rådgivning, Amager. Frá 2013 til 2017 havi eg arbeitt hjá Sernám. Síðani 2017 havi eg arbeitt sum privatstarvandi sálarfrøðingur. Eitt havi eg verið knýtt at Kvinnuhúsinum, síðani 2022.

Eg arbeiði í Sálarfrøðistovuni og eisini undir Glaðsheyggi 6.

Limaskapir

Føroyskir Sálarfrøðingar
Dansk Psykologforening