Suni Poulsen
[email protected]
Tel: (+298) 31 03 35
Far: (+298) 58 77 42
Arbeiðsøki
Sálarfrøðilig viðgerð og ráðgeving – vaksin og ung.
Faklig vegleiðing/supervisión við starvsfólki innan heilsu- umframt sosiala økið.
Sálarfrøðiligar kanningar og metingar fyri stovnar og myndugleikar.
Fyrilestrar og onnur undirvísing.
Organisatiónssálarfrøðiligar kanningar fyri fyritøkur og stovnar – t.d. kvantitativar trivnaðarkanningar og kvalitativar kanningar við viðskiftafólki, meiningarkanningar.
Viðgerðartilgongd og serøki
Innihaldið í viðgerðini vil oftast taka útgangsstøði í kognitivari atferðarterapi, m.a. við at definera heilt ítøkiligar avbjóðingar, ið tað so verður arbeitt miðvíst við at betra. Tað breiðari forstáilsi av hvussu vit sum menniskju trívast og mennast, er tó fyrst og fremst tann psykoanalytiska tilgongdin.
Mest royndir við angist, tunglyndi, strongd og trauma – og sum eitt serøki psykotiskar upplivingar, so sum hallusinatiónir og ranghugsanir, t.d. hjá persónum, ið hava fingið diagnosuna skizofreni.
Útbúgving
2006 Autorisatión frá Dansk Psykolognævn.
2005 Eftirútbúgving í kognitivari atferðarterapi á uppihaldi á táverandi Aarhus Universitetshospital, Risskov.
2000 Kandidatútbúgving frá Universitetinum í Keypmannahavn.
Starvsroyndir
Sálarfrøðistovan, sjálvstøðugur klinikkfelagsskapur, 2024-
MEA, Húsið fyri familjumenning, 2023-
Føroya Kærustovnur, Høvuðsbarnaverndarnevndin, 2013-
Heilsutrygd, 2020-2023
Psykiatriski Depilin, Landssjúkrahúsið, 2004-2006 og aftur 2012-2020
Marketminds, ráðgevingarfyritøka, 2006-2012
Tranberg Marketing Rekommandation, analysuhús, 2001-2003
N.A.B.O. Center, sosialpsykiatriskur stovnur, 1996-2001