Sálarfrøðistovan

Sálarfrøðistovan við Dr. Jakobsens gøtu 19 er ein klinikkfelagsskapur av 10 løggildum, sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingum – av báðum kynum, ymisk av aldri, starvsroyndum og yrkisligum bakgrunni.

Í okkara grannalondum og víða er vanligt, at sálarfrøðingar samstarva fyri at veita borgaranum eina betri tænastu og valmøguleikar, og síðani 2006 hevur Sálarfrøðistovan verið fyrsta ‘terapeutiska umhvørvi’ av sínum slag í Føroyum – ein spíri til fjøltáttaða yrkisliga virkni, sum gevur møguleika at spreiða seg frá tí kliniskt-terapeutiska til eisini at umfata onnur øki, har sálarfrøðilig vitan er viðkomandi at greina, ávirka og viðgera menniskjaliga táttin í samfelagsmenningini.

Vit hava eisini umfatandi samband við yrkisligar felagsskapir og stovnar í okkara grannalondum og serkøn innan ymisk øki, sum vit hava sett okkum fyri at menna eisini her hjá okkum. Tí luttaka vit virkin á altjóða ráðstevnum og skeiðum, har vit eisini knýta sambond við altjóða yrkisumhvørvið og fáa vitan og íblástur til starvsemina í Føroyum.

Vit veita viðgerð og aðra tænastu til privat viðskiftafólk, sjúklingar ávistir av lækna undir sáttmála við Heilsutrygd, almennar stovnar og barnaverndartænastur, umframt í vaksandi mun vinnulívið, har talan er um einstøk starvsfólk, yrkisliga vegleiðing ella kreppuhjálp.