Skeið í bráðfeingis sálarfrøðitænastu
28. og 29. september 2024 hevði Sálarfrøðistovan vitjan frá Klinikk for Krisepsykologi í Bergen.
Skeiðhaldari var Marianne Vinjevoll, ið er serfrøðingur í kliniskari sálarfrøði og arbeiðir við bráðfeingis sálarfrøðitænastu. Og tað var eisini hetta evni, hon undirvísti og vandi okkum í.
Sálarfrøðistovan hevur – eins og Klinikk for Krisepsykologi – eina skipan við sáttmálakundum, har vit m.a. bjóða bráðfeingis tænastu við vakttelefon.
Skeiðið hevur lagt nýggja vitan og kunnleika afturat teim royndum, vit í Sálarfrøðistovuni longu hava við kreppusálarfrøðiligum arbeiði gjøgnum nógv ár, og gjørt okkum betur “ílatin” tá boð eru eftir okkum.
Tiltøk
Skeið um viðgerð av strongd
Hetta skeið varð hildið í 2022....
EMDR grundútbúgving stig 2
Hetta skeið varð hildið í 2021....
EMDR grundútbúgving stig 2
Hetta skeið varð hildið í 2018....