EMDR grundútbúgving stig 2

21/01/2021 | SAVN - Tiltøk

Hetta skeið varð hildið í 2021.

EMDR grundútbúgving stig 2, februar 2021

3 daga online skeið við BJØRN AASEN, serfrøðingi í kliniskari sálarfrøði og EMDR-Europe senior trainer.

Nú verður fyri fyrstu ferð møguligt at gera útbúgving í EMDR viðgerðartilgongdini liðna í Føroyum.
Stig 2 skeiðið verður dagarnar 16., 17. og 18. februar 2021, í fundarhøli okkara Tórsgøtu 17.

Útbúgving í EMDR krevur at ein er sálarfrøðingur, ella lækni við sergrein í psykoterapi.
Kostnaður 3 daga skeið: kr. 6.000,- íroknað er morgunbreyð og miðdegismatur.

Tilmelding á [email protected] ella telefon 310335 (kl. 8.30-11.00). Avmarkað pláss.

EMDR er ein serstøk viðgerðartilgongd, sum integrerar tættir úr fleiri av teim tilgongdum, sum vit kenna.

Talan er tó eisini um terapeutiskan arbeiðshátt sum væl kann integrerast í ta tilgongd, ein praktiserar frammanundan.

EMDR er granskingargrundað (evidence-based) viðgerð, viðurkend av WHO sum ‘treatment of choice’ fyri PTSD, men hevur eisini í vaksandi mun givið góð úrslit í arbeiði við øðrum sálarligum trupulleikum (millum annað eru protokollir fyri fobi, panikk, dissosiativ persónleikaórógv og traumabaserað tunglyndi).

Og EMDR víst seg at vera sera nyttugt amboð við akutta traumatisering, og er tí nógv nýtt innan átaks-sálarfrøði víða hvar í heiminum (løgregla – veterantænasta – náttúruvanlukkur).

Meiri kunning um EMDR finst á hesum leinkjum:

http://emdr-europe.org/
EMDR International Association Home | EMDR Practitioners (emdria.org)
https://emdrnorge.no

Grundútbúgvingin í EMDR (pdf)

SAVN - Tiltøk