EMDR grundskeið

27/11/2017 | SAVN - Tiltøk

Hetta skeið varð hildið í 2018.

3 daga skeið við BJØRN AASEN, serfrøðingi í kliniskari sálarfrøði og EMDR-Europe senior trainer.

Nú verður fyri fyrstu ferð møguligt at taka útbúgving í EMDR viðgerð í Føroyum.
Skeiðið verður dagarnar 30. og 31. januar, og 1. februar 2018.

Útbúgving í EMDR krevur at ein er sálarfrøðingur, ella lækni við sergrein í psykoterapi.
Kostnaður 3 daga skeið: kr. 5.500,- íroknað er morgunbreyð og miðdegismatur.

Tilmelding á [email protected] ella telefon 310335 (kl. 8.30-11.00). Avmarkað pláss.

EMDR er ein serstøk viðgerðartilgongd, sum integrerar tættir úr fleiri av teim tilgongdum, sum vit kenna.

Talan er tó eisini um terapeutiskan arbeiðshátt sum væl kann integrerast í ta tilgongd, ein praktiserar frammanundan.

EMDR er granskingargrundað (evidence-based) viðgerð, viðurkend av WHO sum ‘treatment of choice’ fyri PTSD, men hevur eisini í vaksandi mun givið góð úrslit í arbeiði við øðrum sálarligum trupulleikum (millum annað eru protokollir fyri fobi, panikk, dissosiativ persónleikaórógv og traumabaserað tunglyndi).

Og EMDR víst seg at vera sera nyttugt amboð við akutta traumatisering, og er tí nógv nýtt innan átaks-sálarfrøði víða hvar í heiminum (løgregla – militer – vanlukkurakt øki).

Meiri kunning um EMDR finst á hesum leinkjum:
http://emdr-europe.org/
http://emdria.site-ym.com/
http://emdrnorge.no/om-emdr/

Grundútbúgvingin í EMDR (pdf)

Vegna Sálarfrøðistovuna
Kári Leivsson

SAVN - Tiltøk