Sigrun Samuelsen

Taki ímóti læknaávísing sambært avtalu við Heilsutrygd

Arbeiðsøki

Sálarfrøðilig ráðgeving og viðgerð
Vaksin, ung og børn
Einstaklingar, pør, familjur og bólkar
Faklig vegleiðing/supervisión við starvsfólki innan sosiala og námsfrøðiliga økið
Sálarfrøðiligar kanningar og metingar av vaksnum, ungum og børnum
Bráfeingis kreppuhjálp

Eg arbeiði mest við

Kreppu- og sorgreaktiónum í samband við deyðsfall, sjúku, hjúnaskilna og aðrar størri lívsbroytingar
Avleiðingum av kynsligum ágangi og øðrum ágangi
Tunglyndi, ótta, strongd og mistrivna
Sjálvvirðistrupulleikum
Trupulleikum í parlagnum ella familjuni
Foreldravegleiðing
Samrøðu- og spæliviðgerð við børnum, sum av ymiskum orsøkum ikki trívast ella mennast nóg væl

Útbúgving

Sálarfrøðiligt embætisprógv frá Universitetinum í Keypmannahavn 1986
Autorisatión frá Dansk Psykolognævn 1998
Eftirútbúgvin innan:
Sorg og kreppuviðgerð (1997)
Systemiska familjuviðgerð (1997-98)
EMDR (2000)
ICDP Relatións- og ressourcufokuserað viðgerð (2011-12)
Kognitiva terapi (2013)
TFT Tankafeltterapi(2015)

Starvsroyndir

Sálarfrøðistovan síðan 2014
Pædagogisk-psykologisk ráðgeving í Rudersdal Kommunu (2007-14)
Sosiala Deild (Barnaverndin) í Tórshavnar Kommunu (2001-07)
Pædagogisk-psykologisk ráðgeving á Bornholm (1996-2001)
Almannastovan (1992-96)
Føroya Læraraskúli (1986-96)