Ingrid Enni

Útbúgving

2020: Kandidat í sálarfrøði, Københavns Universitet.
2017: Bachelor í sálarfrøði, Københavns Universitet.

Arbeiðsøki

Sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingur.
Sálarfrøðilig ráðgeving og viðgerð.
Børn, ung og vaksin.
Einstaklingar, pør, familjur og bólkar.

Fakligur áhugi

Tilknýtið ímillum barn og foreldur. Í míni serritgerð skrivaði eg um júst hetta evnið, og um/hvussu tilknýtið ímillum pápa og barn ávirkast, um pápin m.a. fær tunglyndi.
Hjúnaskilnaður og aðrar stórar lívsbroytingar, ið á ymiskan hátt ávirka tann vaksna og/ella barnið.
Hvørja ávirkan sálarligar líðingar hava á tey avvarðandi.
Avleiðingarnar av umsorganarsviki, og hvussu ein kemur undan hesum.
Ymiskar diagnosur, sum t.d. autismuspektrumórógv, angist og ADHD.
Tað at vera ungur í dag og teir avbjóðingar, ið ofta fylgja við hesum, sum t.d. sosialir miðlar, identitetur, at skula avrika í skúla og/ella ítrótti, at seta sær ov høg krøv, lágt sjálvsálit og sjálvsvirði o.s.fr.
Og mangt annað…

Starvsroyndir

Ung og vaksin við autismuspektrumórógvi, angist og ADHD.
Sálarfrøðiligar kanningar av børnum og ungum.
Børn og ung, ið hava verið úti fyri umsorganarsviki, og hvørjar avleiðingar hetta hevur.

Sjálvboðið arbeiði

2022: Sjálvboðin mentor hjá Barnabata.
2016-2020: Í nevndini hjá SÁL, ið umboðar føroysk sálarfrøðilesandi kring heimin.